Um stovnin.
Alvalon lat upp tann 28. august í 2006. Tá húsaðist frítíðarskúlin eisini í Alvalon og vóru tað 115 børn og 28 starvsfólk á stovninum.
Í juni 2006 valdi Sørvágs Kommuna at hava ein navnakapping, og uppskotini vóru mong, ið komu inn. Ein navnanevnd varð sett og kom fram til, at Alvalon var best hóskandi navnið til stovnin. Alvi merkir barn og lon merkir avlangt hús, so hetta hóskaði seg sera væl, og navnið var vælumtókt millum fólk.
Tað vóru tvey, ið høvdu uppskotið Alvalon, tí var lutakast millum hesi bæði og vinnarin var Jóan Hendrik Winther Poulsen. Soleiðis sá búmerki út tá Alvalon lat upp. 
Nøkur ár seinni flutti frítíðarskúlin oman í Sýsluna, men leiðarin var tann sami á báðum stovnum.
-----------------
Í januar 2022 samtykti bygdaráðið at Alvalon og Sýslan blivu tveir stovnar, við hvør sínum leiðara.
Barnagarðurin útbygdur!
Á heysti 2024 fór arbeiðið við útbyggingini av barnagarðinum í gongd, og longu 1. des. 2025 vóru hølini klár at taka í nýtslu. Talan er um ein nútímans og stásiligan stovn, har dentur er lagdur á trivnað, námsfrøðiliga menning og góðar arbeiðsumstøður hjá starvsfólkunum. Í nýggja bygninginum eru tvær barnagarðsstovur og ymisk sansarúm, umframt umsiting, fundarfølir og starvsfólkahølir. Harafturat merkir útbyggingin, at tær stovurnar, sum framhaldandi fara at halda til í teimum eldru hølunum, nú fáa betur karmar til børnini, nakað sum bæði styrkir trivnaðin og dagliga virksemið.
Henda sama dag bleiv avdúkað nýggjur samleiki hjá Alvalon.
Endamálið við samleikanum
Í Alvalon eru barnið, umsorgan, tryggleiki og trivnaður í mið deplinum. Samleikin
skal endurspegla hetta og skapa eina visuella rødd, sum bæði foreldur, børn og
starvsfólk kunnu kenna seg aftur í. Brúgvin er okkara høvuðs symbol, ein ímynd
sum lýsir sambandið millum stovn og heim, foreldur og fakfólk, barnið og felags
skapin. Hon sigur, at vit ganga leiðina saman.
Litirnir og formarnir eru mjúkir og barnavinarligir, men eisini støðufastir og álítandi.
Teir bera boð um spæl, gleði, tryggleika og tann góða felagsskapin, vit skapa. Sam
leikin er ikki bara ein visuellur hamur, hann er eitt lyfti um at vera ein brúgv, sum
altíð er opin, og sum bindur okkum saman við einum felags endamáli: at geva
barninum bestu karmar at trívast og mennast.