Ársætlan.
Tiltøk
Foreldrafundir
Tveir felags foreldrafundir eru um árið, annar um várið og hin um heystið. Um heystið er val til foreldraráðið.
Á foreldrafundunum verða evnir tikin upp, sum eru viðkomandi fyri bæði foreldur og starvsfólk. Tí er umráðandi, at í minsta lagi annað foreldrið møtir til fundinar. Vinarliga boða frá, um tú ikki kanst møta.
Foreldramorgunmatur
Síðsta fríggjadag í hvørjum mánaða bjóðar stovnurin felags morgunmat í Miðlon frá kl. 07.30-09.30. Tó ikki í august og í desember.
Føstulávint
Fríggjadagin áðrenn føstulávint skipar stovnurin fyri ommu-abbadegi, har vit hugna okkum saman, kvøða og fáa okkum drekkamunn. Føstulávintsmánadag sláa børnini tunnu í Alvalon, børnini eru vælkomin grýluklødd.
Garðdagur
Garðdagur er vanliga í mai mánaða hvørt ár. Foreldraráðið skipar fyri degnum, sum er ein hugnaligur arbeiðsdagur, har vit fríðka um garðin og gera okkurt til børnini. Foreldraráðið ger skránna til dagin og akkurát nær dagurin er, verður lýst á talvuni og á Intra.
Heyst
Í oktober fletta vit seyð í Miðlon.
Desember mánaði í Alvalon
Fyrstu vikuna í desember skipa stovurnar fyri jólahaldið fyri børnum og foreldrum.
Næstu vikuna hava vit jólaløtu fyri børnum og starvsfólkum í Alvalon og stovnurin bjóðar kalt borð ein av døgunum.
Broytingar kunnu koma fyri.