Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning /
Umsókn um pláss

Umsókn um pláss.

Vangin

Tú kanst søkja um dagstovnapláss gjøgnum Vangan.
Fyri at kunna fáa pláss skulu annað foreldrið og barnið búgva í Sørvágs kommunu.
Heitt verður á teg/tykkum um at søkja um pláss í góðari tíð.
Er neyðugt at tryggja barnið tínum pláss á stovninum til ávíst dato, skal umsóknin verða kommununi í hendi minst tríggjar mánaðir áðrenn barnið skal byrja á stovninum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú boða Alvalon frá við at skriva til alvalon@sorvag.fo 

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.