18. des. 2025
Nýggi bygningurin tikin í nýtslu.
Mánadagin 1. desember 2025 var almenn móttøka í Alvalon, tá nýggi barnagarðurin varð tikin í nýtslu. Við nýggja bygninginum eru karmanir víðkaðir og betraðir, til gagns fyri børn og starvsfólk. Nógv fólk vóru komin at síggja stásiliga bygningin, og kommunan bjóðaði kaffi og køku. Borgarstjórin bjóðaði vælkomin, og varaborgarstjórin helt røðu. Tordis Dam Johannesen, leiðari í Alvalon segði eisini nøkur orð, og Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, takkaði fyri gott samstarv. Tað er Articon sum hevur staðið fyri arbeiðinum at byggja nýggja barnagarðin.