Búmerkið hjá felagnum
02. sep. 2026

Alvalon 20 ár.

Fríggjadagin 28. august hátíðarhildu vit, at Alvalon fylti 20 ár – og tað gjørdu vit við einum sera hugnaligum og stuttligum degi fyri bæði børnum, starvsfólkum og foreldrum.
Dagurin byrjaði við morgunfimleiki saman við Bubulinu, og síðani sóu vit ein stuttligan sjónleik um bukkarnar Brúsi.
Eftir døgurða kom indianarin á vitjan, og hoppiborgir vóru settar upp. :)
Kl. 15.00 vóru foreldrini boðin í føðingardag. Vit byrjaðu við samling á vøllinum, síðan søgdu Tórdis, leiðari, og Eyð, borgarstjóri, nøkur orð um stóra dagin.
Aftaná fingu foreldrini kaffi og lagkøku, ímeðan børnini hugnaðu sær við soft ice. 
Ein sera hugnaligur dagur. :)

Fleiri myndir.